
Hesar vikurnar hevur Eivør fleiri spenanndi tiltøk á skránni.
Eitt slíkt var í gjárkvøldið, tá Eivør framførdi á Red Rocks Amphitheatrinum í Denver. Talan er um serstakt spælistað í tónleikaheiminum. Tað hevur 11 ferðir hevur vunnið Pollstar virðislønina fyri at verða besta uttandura spælistað.
Eivør og bólkur hennara stóðu frammanfyri eini 9.000 fólkum uppi á stórslidna reyðlitta fjallalendinum í amerikanska statinum Colorado.
Konsertin var partur av konsertferð í USA, sum sjálvandi er ein stórur og áhugaverdur marknaður. Har hevur songkvinnan, sangskrivarin og tónleikarin úr Syðrugøtu eisini vunnið seg meira fram seinnu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald