2019-08-22 21:03
Tórshavnar Kommuna boðar frá, at í komandi viku ber til at melda seg til kvøldskúlan
Tilmeldingin til skúlaárið 2019/20 hjá Tórshavnar Kvøldskúla letur upp mánadagin 26. august klokkan 18 og endar sunnudagin 1. september 2019.
Kvøldskúlafaldarin verður um dagarnar borin í húsini og bjóðar aftur í ár til eitt fjølbroytt kvøldskúlaár. Kvøldskúlin er við 3100 næmingum tann størsti skúli í landinum og hevði aftur metstórt næmingatal í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald