Innanlands

Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg

Ráðstevnan verður í Kongshøll mikudagin 8. mai. Hetta er í sambandi við arbeiðið at gera nýggja føroyska revsilóg og skal varpa ljós á fyrimunir og vansar við eini revsilóg, sum í høvuðsheitum byggir á føroyskt grundarlag

Hóast galdandi revsilóg er á føroyskum, so byggir hon í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska. Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka

Hóast galdandi revsilóg er á føroyskum, so byggir hon í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska. Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka

2024-04-26 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Revsilógin er dagførd soleiðis, at hon nú virkar á føroyskum grundarlagi. Í hesum sambandi skipar Løgmálaráðið saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum: “Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg."

Ráðstevnan skal birta upp undir kjak í sambandi við arbeiðið at gera nýggja føroyska revsilóg og skal varpa ljós á fyrimunir og vansar við eini revsilóg, sum í høvuðsheitum byggir á føroyskt grundarlag.

Hóast galdandi revsilóg er á føroyskum, so byggir hon í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska.

Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka.

Fyri at fáa lýst evnið úr ymiskum sjónarhornum, kemur norski dómarin Aina Ertzeid, sum var við í arbeiðinum at orða nýggja norska revsilóg, at hava fyrilestur um hetta arbeiðið.

Eisini kemur danski professarin Thomas Elholm at hava fyrilestur um, hvussu danskur revsirættur hevur broytt seg seinastu árini.

Harumframt verða fyrilestrar frá fólki, sum arbeiða og kenna føroyska revsirættarøkið úr ymiskum sjónarhornum.

Ráðstevnan verður í Kongshøll mikudagin 8. mai 2024 millum klokkan 9 og 16:15.

Til ber at síggja alla skránna her

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder