Posta gevur aftur út nýggj frímerki.
Áhugaverdar og hugtakandi søgur eru handan nýggju frímerkini hesa ferð, sum eru: List eftir Hans Skálagarð, J.B. Charcot: Ferðir til Føroya, Reyði Krossur Føroya 100 ár og 70 ár við Evropa-frímerkjum.
List eftir Hans Skálagarð
Føroyski listamaðurin Hans Skálagarð hevur málað USS Constitution, sum myndar snøgga og forkunnuga smáarkið, meðan Martin Mörck hevur graverað arkið.
Hans Skálagarð var føddur í Skúvoy í 1924; hann fór sum ungur til skips og sigldi meginpartin av lívi sínum, eisini undir krígnum.
Listin fylgdi honum á ferðini, og hann gjørdist víðagitin fyri sínar hugtakandi málningar av søguligum seglskipum harímillum av fregattini USS Constitution frá 1797. Skipið flýtur framvegis og hevur heimstað í Boston.
Í nógv ár hevði Hans Skálagarð egið gallarí í Carmel-by-the-Sea í Kalifornia saman við konu síni, Mignon. Verk hansara eru í dag umboðað á listasøvnum kring allan heim, og í 2013 varð hann heiðraður sum limur í Scandinavian Hall of Fame. Hann doyði í 2017, 93 ára gamal.
![]()
J.B. Charcot: Ferðir til Føroya
Heimskendi pólgranskarin og føroyavinurin Jean-Baptiste Charcot vitjaði í Føroyum einar 10-12 ferðir við rannsóknarskipinum Pourquoi-Pas? – fyrstu ferð í 1901.
Í bókini Voyages aux Îles Féroé frá 1934 – seinni útgivin á føroyskum sum Ferðir til Føroya – lýsir hann bæði sínar fyrstu eygleiðingar av Føroyum og tær broytingar, hann sá gjøgnum árini.
Charcot doyði í 1936, tá skip hansara fórst í illveðri undir Íslandi. Martin Mörck hevur sniðgivið útgávuna.
![]()
Reyði Krossur Føroya 100 ár
2026 er eitt hátíðarár fyri Reyða Kross Føroya, sum fyllir 100 ár. Reyði Krossur Føroya er partur av heimsins størsta hjálparfelagsskapi við umleið 17 milliónum sjálvbodnum kring heimin. Í Føroyum eru umleið 500 sjálvboðin, sum arbeiða fyri at hjálpa, tá á stendur.
Reyði Krossur Føroya virkar á mongum økjum, millum annað við fyrstuhjálp, vitjanartænastu, málkafé, legum og mat- og klædnahjálp. Eisini hava sjálvboðin ábyrgdina av endurnýtsluni og Reyðakrossbúðum, sum savna inn pening til hjálpararbeiði. Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið frímerkið.
![]()
70 ár við Evropa-frímerkjum
Tað byrjaði sum eitt samstarv millum seks lond í Evropa, og fyrstu Evropa-frímerkini vórðu givin út í 1956. Síðan tá eru Evropa-frímerki komin út á hvørjum ári, og í dag eru 53 postverk, sum luttaka og geva Evropa-frímerki út.
Í ár eru 70 ár eru liðin, síðan Evropa-samstarvið kom í lag. Í hesum sambandi var skipað fyri eini kapping um ársins myndevni, sum tað finska postverkið vann við einum uppskoti hjá listamanninum Klaus Welp. Øll postverkini í samstarvinum geva sostatt sama myndevni út hesa ferð, í staðin fyri at hvørt postverk vanliga tulkar evnið sjálvt.
Føroyar komu upp í samstarvið í 1979, og síðan tá hevur føroyska postverkið givið út føroysk Evropa-frímerki á hvørjum ári. Myndevnini hava støði í føroyskum gerandisdegi, náttúru og mentan.
![]()
Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Eisini ber til at lesa greinar um føroysk frímerki á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald