Nógv tað størsta navnið á Summarfestivalinum í ár, er heimskendi norski plátuvendarin Alan Walker.
Hann spælir hóskvøldið klokkan 23 á Vágsbøi.
At talan er um eitt av teimum heilt stóru nøvnumum vísir ein av hansara seinastu. Fyri viku síðani spældi hann á risastóra elektroniska festivalinum Tormorrowland í Belgia.
Har bleiv ikki spart uppá nakað, og tað verður tað sum skilst heldur ikki á Vágsbøi hóskvøldið klokkan 23.
Úr Klaksvík verður sagt, at høvuðspallurin á Summarfestivalinum í ár, er best útgjørdi pallur í Føroyum nakrantíð.
- Tað verður eitt vilt show, siga fyrireikararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald