Mentan

Frá undirgrundini í London til G!

Fyriskiparar av G! kunngera nú fyrsta navnið úr skránni á komandi festivalinum: IRAH

2025-11-26 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

16. til 18. juli verður G! Festivalurin aftur á skránni í Syðrugøtu, og fyriskiparar hava í dag kunngjørt fyrsta navnið úr skránni: IRAH.

Fyrskiparar av G! skriva soleiðis um IRAH:

IRAH vaks upp í dukandi bass-hjartanum av sound-system mentanini í suður London, og búði eisini nøkur mennandi ungdómsár á Jamaica.

Ljóðið er ein blanding av reggae, dancehall og drum & bass, og IRAH er eitt av mest sermerktu nøvnunum í bretska sonevnda bassheiminum.

Altjóða gjøgnumbrotið fekk IRAH við Chase & Status við lagnum Program og seinni við platinseljandi hittinum Baddadan.

Hann hevur arbeitt við Beenie Man, Flowdan, Popcaan og Sammy Virji og hevur framført á fleiri av störstu festivalunum í Europa og Bretlandi.

Nýggju løgini, Gunfinger, Dis Badman og fleiri onnur, eru sera orkumikil og megna at taka ein og hvønn av fótum - eisini tey, ið ongantíð áður hava hoyrt tey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder