Innanlands

Frá Varpinum til Varpið

Klaksvíkar kommuna skipar seinnapartin fyri gongutúri, sum byrjar norðuri á Varpinum og endar við Mentanarhúsið, Varpið. Á túrinum verður m.a. greitt frá um staðarnavnið, og havt virksemi hevur verið har gjøgnum tíðirnar

Gongutúrurin endar við Mentanarhúsið, Varpið (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Gongutúrurin endar við Mentanarhúsið, Varpið (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-05-07 09:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíkar kommuna: Í dag, leygardagin 7. mai millum kl. 16.00 og 17.30 er ein gongutúrur á skrá, har byrjað verður norðuri á Varpinum. Her greiðir Per Jacobsen hjá Hans hjá Hansen frá um staðarnavnið, Varpið, og nakað um hvat virksemi hevur verið her gjøgnum tíðirnar.

Í 1806 skrivar Nólsoyar Páll til myndugleikarnar, at hann hevur bygt eitt “Kølhalings varf”, ella eina beding, har hann kann fáa skip sítt umvælt.

Orðið “Varf”, ið Nólsoyar Páll skrivar, stavar frá enska orðinum “wharf”, ið merkir atløgubryggja til upp- og avskiping. Helst her av ”Varpið”.

Síðani verður gingið fram við havnalagnum heim til Nólsoyar Páls húsið, har Archibald Black, sum er í 5. lið eftir Nólsoyar Páll – og situr á garði hansara í dag, Myrkjanoyragarðinum.

Nólsoyar Páls garðurin er bygdur upp aftur eftir tekningum, sum Poul Nolsøe Kjølbro teknaði upp av grundini, áðrenn hon var tikin burtur vegna aðra bygging. Tí er bygningurin rættiliga væl kendur og trúliga bygdur, sum uppruna húsini hava sæð út.

Síðan verður farið oman ímóti nýggja kappróðrarneystinum, har Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, stutt greiðir frá.

Inni í Bank Nordik verða stuttar framløgur. Sonja Kjølbro hevur framløgu um kappróðrarneysti og Selmar Nielsen, arkitektur vísir nøkur dømi um ætlaða íbúðabygging í miðbýnum. Eisini greiðir Jóhannu á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya frá um Húsarhaldsskúlan, sum eftir ætlan fer í gongd í næstum.

Síðani endar gonguferðin við, at gingið verður yvir Mentanarhúsið, Varpið har Suð syngur tveir sangir, og Dávur Winther greiðir frá byggingini.

Bjóðað verður kaffi og smákøkur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder