Ronald Risvig er ikki eitt púra ókent navn í Føroyum.
Í øllum førum ikki í fótbóltsumhvørvinum og í Fuglafirði, tí í 1981 var Risvig høvuðsvenjari hjá ÍF .
Fyrrverandi fótbóltsvenjarin starvast nú sum prestur, og er komin til Føroya fyri at halda fyrilestur.
Hetta við heitinum "Frá venjingarbúna til prestakjóla".
Fyrilesturin verður hildin í Vestmanna kirkju í kvøld, mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.
- Talan er um fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum gerandissøgur, fólk eg havi hitt og hvønn týdning, tey hava havt í mínum lívi. Í tí sambandi eisini, hvønn týdning fótbóltur hevur fyri mín máta at hugsa uppá.
Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den røde tråd” og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin”, sigur Ronald Risvig við vestmanna.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald