2020-10-17 10:31
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjárkvøldið, tá klokkan var umleið 22, kom ein fráboðan um eld á Skálatrøð í Havn.
Talan vísti seg at vera um einar 6-7 ungar dreingir, sum høvdu sett eld á okkurt uttanfyri eina ruskbingju. Eldurin sløknaði tó av sær sjálvum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan fer at tosa við foreldrini hjá dreingjunum umframt Barnaverndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald