2024-01-05 11:14
Tvey smærri ferðsluóhapp vóru í Havn í gjár. Tey vóru bæði gjáramorgunin, og í fyrra førinum var tað ein fráboðan um ein parkeraðan bil, sum varð blivin árendur. Partarnir fingu fatur á hvørjum øðrum og fingu loyst málið.
Á Sundsvegnum var eitt óhapp, tá tveir bilar stoyttu saman frontalt. Óhappið hendi klokkan 8, men var ikki fráboðað fyrr enn hálvan tíma seinni tá alt var ruddað og avgreitt.
Bilarnir vóru fluttir av vegnum og partarnir farnir av staðnum. Løgreglan blandar seg í hesum førum ikki upp í, hvør hevur skyldina. Hetta orðna partarnir sínámillum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald