Innanlands

Frælsi: Upplýsandi fyrilestur um rúsevnismisnýtslu

Evnið í Missiónshúsinum í Skálavík í kvøld er, hvussu rúsevninsmisnýtslu kann fyribyrgjast og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtsl

2024-02-14 08:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

I kvøld, mikukvøldið 14. februar klokkan 19.00, skipar viðgerðarstovnurin Frælsi fyri upplýsandi fyrilestri í Missiónshúsinum í Skálavík.

Evnið er, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu.

Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.

Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í Missiónshúsinum í Skálavík. Hann byrjar klokkan 19. Kaffi og køkur verða at fáa.

Viðgerðarstovnurin Frælsi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder