Uttanlands

Frælsiseindir í Donetsk stríðast við ukreinska herin

Fleiri herstøðir í Ukreina raktar av russiskum bumburakettum

Henda myndin skal vera tikin úr forsetaborgini í høvuðsstaðnum Kiev (Mynd av Twitter)

Henda myndin skal vera tikin úr forsetaborgini í høvuðsstaðnum Kiev (Mynd av Twitter)

2022-02-24 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiskt vinarligar frælsiseindir eru farnar undir ógvuslig álop á ukreinskar herdeildir í eysturukreinska býnum Donetsk.

Tað skrivar russiska Interfax tíðindastovan, sambært Reuters.

Donetsk er annar av landslutunum í eystara Ukreina, sum í 2014 sleit seg leysan frá Ukreina, og lýsti sjálvstýri. Hin landsluturin er Luhansk.

Russiski forseti, Vladimir Putin, heldur uppá, at ukreinskar herdeildir hava verið í gongd við eitt fólkamorð móti russisku íbúgvunum í hesum landslutunum.

Hann sigur, at russisku atsóknirnar í økinum eru “sjálvverja” og “friðarvarðveitandi”.

Tað var í nátt, at kríggið millum Russland og Ukreina byrjaði. Tá fór Putin á røðarapallin og greiddi alment frá, at hann hevði givið herinum boð um at leypa á eystara Ukreina.

Seinni kundi russiska Interfax tíðindastovan skriva, at russiski herurin eisini var til staðar í øðrum pørtum í Ukreina.

Klokkan fýra í morgun komu russiskar deildir til býin Odessa suður móti Svartahavinum, skrivaði Interfax.

Seinni hevur ukreinski herurin, umvegis Reuters boða frá, at tað er ikki satt, at russiski herurin er til staðar í Odessa.

Interfax skrivaði eisini, at russisk herfólk eru komin til býin Marjupol nærhendis Donetsk.

Tíðliga í morgun upplýsti ein kelda í ukreinska uttanríkisráðnum, at fleiri ukreinskar herstøðir eru raktar av russiskum bumburakettum. Eitt nú í høvuðsstaðnum Kiev og í Kharkiv, skrivar Ritzau. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder