Innanlands

Frælsisflokkar í Evropa vitja í hesum døgum

Skipa fyri ráðstevnu saman við Tjóðveldi í Havn í kvøld

Jordi Solé, ES-nevndarlimur, ein teirra, ið er við á ráðstevnuni á Hotel Brandan í dag, sæst her til høgru heilsa upp á katalonska andstøðuleiðaran í útlegd Carles Puidgemont á einum fundi í Berlin í 2018 (Mynd: EPA)

Jordi Solé, ES-nevndarlimur, ein teirra, ið er við á ráðstevnuni á Hotel Brandan í dag, sæst her til høgru heilsa upp á katalonska andstøðuleiðaran í útlegd Carles Puidgemont á einum fundi í Berlin í 2018 (Mynd: EPA)

2022-05-24 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hesa vikuna er eitt ferðalag frá EFA – European Free Alliance – á vitjan í Føroyum.

Ein partur av skránni er ein ráðstevna, sum verður hildin á Hotel Brandan í kvøld millum kl. 18 og 20.

“Self-Determination and Multilevel governance across Europe” er heitið á ráðstevnuni. Heitið kann umsetast nøkulunda sum “Sjálvsavgerðarrættur og fleir-stigað stjórn kring Evropa”.

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, verður fyrsti røðari á ráðstevnuni.

Hinir røðararnir eru:
Jordi Solé, úr Katalonia, limur í ES-tinginum og aðalskrivari hjá EFA
Lorena Lopez De Lacalle, úr Baskaralandinum, forseti í EFA
Dr. Kieran McCarthy, frá flokkinum Alliance í Norðurírlandi
Valentina Servera Clavell, úr Skotlandi, forkvinna í ungdómsfelagssskapinum EFAy
Peggy Eriksson, úr Álandi og limur í flokkinum Ålands Framtid.

EFA er ein felagsskapur av politiskum flokkum, sum hava til endamáls at fáa størri avgerðarrætt og sjálvstýri fyri tey, sum flokkurin umboðar. Talan er um bæði landafrøðiligar og etniskar flokkingar.

Tjóðveldi er ikki limur í EFA, men “tekur í ávísan mun lut í ráðstevnum og tiltøkum hjá felagsskapinum”, stendur at lesa á heimasíðu Tjóðveldis.

Ungdómsfelagsskapurin, Unga Tjóðveldi, hevur hinvegin fullan limaskap í EFAy.

Tveir norðurlendskir flokkar eru limir í EFA. Tað er Ålands Framtid og so flokkurin hjá týska minnilutanum í Danmark, SSW (Südschleswigscher Wählerverband). Flokkurin hjá danska minnilutanum sunnan fyri markið til Týsklands, Sydslesvigsk Vælgerforening, er eisini limur.

Av øðrum flokkum av politiskum týdningi í teirra londum, kunnu nevnast SNP í Skotlandi, Plaic Cymru í Wales, Esquerra Republicana í Katalonia, flokkurin hjá russiska minnilutanum í Lettlandi og N-VA, Nieuw-Vlaamse Alliantie í flamska partinum av Belgia. 

[object Object]
Høgni Hoydal, her avmyndaður undir vitjanini hjá Puidgemont í 2018, leggur fram á ráðstevnuni hjá EFA í dag (Savnsmynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder