Innanlands

Fráfaringarhald fyri Sigurð Ó. Vang

Mentamálaleiðarin fer av Vaglinum niðan á Landsverk

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2022-04-28 10:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð skipað fyri fráfaringarhaldi í Posthúskjallaranum í sambandi við at leiðarin í mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu hevði seinasta arbeiðsdag.

Sigurð Ólason Vang hevur verið leiðari fyri mentamáladeildini seinastu sjey árini. Hann hevur sagt upp fyri at søkja nýggjar avbjóðingar, nú sum verkætlanarleiðari hjá Landsverki.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu síni á, at Sigurð Ó. Vang, umframt at hava verið leiðari fyri deildina, hevur staðið á odda fyri stórum byggiverkætlanum, sum hava verið gjørdar í kommununi í hansara tíð.

Serliga eru byggingin av Skúlanum á Fløtum, høllini á Argjahamri og Høllini á Hálsi, sum Sigurð Ó. Vang hevur verið verkætlanarleiðari fyri. Hann hevur eisini gingið á odda í ætlanini at byggja langhyl í Gundadali.

- Og akkurát har fer at henda ein øgilig rúgva í nærmastu framtíð. Dekk er komið á kjallaran og nú er bara eitt ár og 8 mánaðir, til langhylurin verður liðugur, segði Heðin Mortensen í røðuni.

Borgarstjórin upplýsti eisini, at hesi sjey árini, Sigurð Ó. Vang hevur verið leiðari fyri mentanardeildini hevur hann staðið fyri bygningsuppgávum fyri næstan eina milliard krónur.

Borgarstjórin sær eisini fram til at samstarva við Sigurð Ó. Vang í komandi tíðum, tí sum verkætlanarleiðari hjá Landsverki, fær hann ábyrgdina av tveimum stórum verkætlanum í høvuðsstaðnum, nevniliga Tjóleikhúsinum og kampus til Fróðskaparsetrið.

Røðan hjá borgarstjóranum og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu 

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder