
Seinnapartin í gjár var ein hugnaløta á Hotel Hafnia, í samband við at leiðandi gravarin hjá Tórshavnar Kommunu, Hans Petur Joensen, fór frá fyri aldur.
Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at vegna koronustøðuna mátti samkoman ikki gerast ov stór, og tí varð løtan hildin fyri nøkrum innbodnum starvsfeløgum og familjulimum.
Harímillum vóru Birita Wardum, býararkitektur, ið takkaði Hans Peturi fyri tíðina ynskti honum blíðan byr framyvir, og Heðin Mortensen. Borgarstjórin nýtti høvið til at halda eina røðu, ið kann lesast á torshavn.fo, har fleri myndir kunnu síggjast.
Birita Wardum, býararkitektur, takkar Hans Peturi fyri tíðina
Borgarstjórin takkar Hans Peturi Joensen fyri drúgva og trúgva tænastu hjá Tórshavnar Kommunu (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald