Innanlands

Fráfaringarløta fyri Noomi Thomsen

Fyrrapartin var fráfaringarløta í býráðshúsinum í Klaksvík, í sambandi við, at Noomi Thomsen fór frá eftir 50 ár í bókhaldinum hjá kommununi

(Mynd: Kkasvíkar kommuna)

(Mynd: Kkasvíkar kommuna)

2024-11-01 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin var hátíðarhald í býráðshúsinum í Klaksvík í sambandi við, at Noomi Thomsen fór frá fyri aldur eftir 50 ár í bókhaldinum hjá kommununi.

Noomi byrjaði í starvinum Í 1974 og hevur sostatt arbeitt undir átta borgarstjórum; Tryggvi Laksáfoss, Jógvan Isaksen, Óli E. Heinesen, Jógvan við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvá við Keldu, Jógvan Skorheim og Karl Johansen.

– Tú hevur ikki bara arbeitt í eitt sera drúgt áramál, men eisini gjørt ein megnar innsats fyri Klaksvíkar kommunu, segði Karl Johansen, borgarstjóri m.a. í røðu sínari.

– 50 ár eru ikki 50 dagar – vit tosa um eina hálva øld. Fyri at seta hetta í perspektiv, so er Klaksvíkar kommuna 116 ára gomul – stovnað í 1908 – so tú hevur tænt kommununi í 43% ella næstan helvtini av tíðini, sum kommunan hevur verið til, segði Karl Johansen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder