Ein nevnd í brasilsku kongressini ætlar at skuldseta forsetan, Jair Bolsonaro fyri hópdráp í kjalarvørrinum á koronafarsóttini.
Tað skrivar blaðið New York Times, sum hevur fingið hendur á ein úrdrátt av einari kanning, sum nevndin skjótt væntast at almannakunngera.
Í nevndini sita 11 senatorar, harav sjey úr andstøðuni. Nevndin fekk til uppgávu at kanna brasilsku handfaringina av koronafarsóttini, og niðurstøðan er, at forsetin tilvitað lat virusið herja í landinum, og harvið taka lívið av hundraðtúsundatals fólkum. Hetta, orsakað av miseydnaðu royndini hjá Bolsonaro at fáa floksimmunitet, skrivar Ritzau.
Nevndin heldur eisini, at 69 aðrir persónar eiga at verða skuldsettir í hesum sambandi. Millum teirra eru tríggir synir hjá Bolsonaro, og nógvir núverandi og fyrrverandi embætisfólk.
Tað er tó ógreitt, um kanningin fer at elva til eina veruliga skuldseting.
Í frágreiðingini, ið er nærum 1200 síður lang, framgongur, at koronastrategiin hjá Bolsonaro hevur skyldina fyri, at fleiri enn 300.000 brasilskir borgarar hava latið lív. Landið hevur tilsamans skrásett beint omanfyri 600.000 andlát í sambandi við koronu. Tilsamans hevur landið skrásett 21,6 milliónir smittutilburðir.
Í frágreiðingini verður heitt á brasilskar myndugleikar um at koyra forsetan í fongsul.
Undir koronafarsóttini hevur Bolsonaro verið fyri nógvum atfinningum fyri ikki at taka støðuna í álvara. M.a. hevur forsetin nevnt virusið fyri "eitt lítið krím". Eisini hevur hann noktað at brúka munnbind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald