Uttanlands

Frágreiðing: Harris før fyri at átaka sær forsetaembætið

Demokratiska forsetavalevnið hevur álmannakunngjørt eina læknafrágreiðing, sum staðfestir, at hon hevur góða heilsu

Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum (Mynd: EPA)

Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum (Mynd: EPA)

2024-10-13 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski varaforsetin og demokratiska forsetavlevnið Kamala Harris hevur góða krops- og sálarheilsu og er før fyri at átaka sær forsetaembætið, um hon vinnur á fyrrverandi forsetanum og núverandi republikanska forsetavalevninum Donald Trump 5. november.

Tað staðfestir ein læknafrágreiðing, sum Hvítu Húsini hava almannakunngjørt sambært Ritzau.

Her sigur læknin hjá Harris, Joshua Simmons m.a., at úrslitið av einari kanning av heilsuni hjá Harris frá í vár ikki var serliga merkisvert.

Harris hevur ein virknan lívsstíl og ein sera sunnan kost, hóast hon hevur nógv um at vera í gerandisdegnum.

Hon hevur árstíðarbundið ovurviðkvæmi og nakað av notusótt. Hon roykir ikki og drekkur bert rúsdrekka í "hóvligum nøgdum".

Kamala Harris, sum fyllir 60 ár 20. oktober, hevur sambært ráðgevum hennara, almannakunngjørt heilsufrágreiðingina fyri at gera vart við, at 78 ára gamli mótstøðumaður hennara, Donald Trump, ikki hevur almannakunngjørt frágreiðing um sína heilsu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder