Uttanlands

Frágreiðing: Helvtin av ES kann verða rakt av turki

Granskarar meta at 46 prosent av landaøkinum hjá ES er í vanda fyri at verða rakt av turki í juli – Orsøkin er m.a., at tað hevur regnað ov lítið, og at fleiri evropeisk lond hava verið rakt av hitabylgjum seinastu mánaðirnar

Á markinum millum Sveis og Frakland (Mynd: EPA)

Á markinum millum Sveis og Frakland (Mynd: EPA)

2022-07-19 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vandi er fyri, at nærum helvtin av landaøkinum í ES verður rakt av turki í summar, og hendir tað, kann tað fáa avleiðingar fyri matvøruframleiðsluna, staðfestir ein frágreiðing, sum ES-nevndin hevur almannakunngjørt.

Granskarar meta, sambært frágreiðingini, at 46 prosent av landaøkinum hjá ES er í vanda fyri at verða rakt av turki í juli, og 11 prosent er longu rakt.

Tey londini, sum verða rakt, verða noydd at seta serlig tiltøk í verk fyri handfaring av vatni og orku, og í nógvum av raktu støðunum fer tað at síggjast týðiligt á grøðini, at henni manglar vatn.

Orsøkin til turkin er partvíst, at tað ikki hevur regnað nóg mikið, og at fleiri evropeisk lond hava verið rakt av hitabylgjum í mai, juni og juli.

Fleiri lond í Suðurevropa eru í løtuni rakt av hitabylgju, sum m.a. hevur elvt til  munandi lægri vatnstøði, náttúrueldar og hita, sum er komin uppum 40 stig.

Sambært Ritzau er Italia tað landið, sum er harðast rakt, men vandin fyri turki er eisini øktur í Fraklandi, Vesturtýsklandi, Rumenia, Spania, Portugal og sunnara parti av Grikkalandi. 

Í Spania vænta veðurfrøðingar, at hitin í dag fer at koma upp á 45 stig, men hareftir væntast hitin at minka aftur. Í Danmark væntast hitin í dag at gerast eini 35 stig í parti av landinum. Danska hitametið, sum var sett í 1975, er 36,4 stig.

Les eisini: Nýtt hitamet sett í Stórabretlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder