Nógv mannalív høvdu kunnað verið bjargaði, um øll lond yvirhildu nýggju leiðbeiningarnar fyri hægstu nøgdina av skaðiligum evnum í luftini, staðfestir ein nýggj frágreiðing, sum evropeiski umhvørvisstovnurin EEA hevur almannakunngjørt í dag.
Sambært frágreiðingini var luftdálking orsøkin til, at 307.000 evropearar doyðu ov tíðliga í 2019. Hetta byggir á kanningar úr 41 evropeiskum londum, skrivar Ritzau.
Tað var í september, at Heimsheilsustovnurin, WHO herdi leiðbeiningarnar fyri hægstu nøgdina av skaðiligum evnum í luftini, og hevði mann kunnað sloppið unandan 178.000 – ella 58 prosent av teimum 307.000 andlátunum – um leiðbeiningarnar vórðu fylgdar.
Heimsheilsustovnurin hevur áður sagt, at luftdálking er størsti umhvørvisligi vandin fyri heilsuna hjá fólki í ES og í øðrum evropeiskum londum. Tað eru serliga býarfólk, sum eru í vanda.
Frágreiðingin hjá EEA staðfestir tó eisini, at luftgóðskan í 2019 var munandi betri enn í 2018. Í 2018 var luftdálking, sambært frágreiðingini, orsøkin til, at 346.000 fólk doyðu ov tíðliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald