Í Noregi verður mett, at norska handfaringin av koronafarsóttini sum heild var góð. Tað staðfestir norska koronanevndin í nýggjastu og seinastu frágreiðingini um koronahandfaringina í Noregi, sum varð kunngjørd í gjár.
Í frágreiðingini verður m.a. lagt dent á, at Noreg er millum tey londini í Evropa, sum hava havt lægsta deyðstalið og minsta búskaparligu afturgongdina.
Eisini verður víst á, at heilsuverkið, almannaverkið, kommunurnar og ein røð av fyritøkum hava verið fyrimyndarlig at tillaga seg til støðuna.
Tó verður eisini staðfest, at myndugleikarnir ikki vóru rættiliga fyrireikarið til eina so umfatandi farsótt, sum koronafarsóttin vísti seg at vera. Koronafarsóttin legði m.a. stórt trýst á einstakar intensivdeildir í ávísum tíðarskeiðum, og vóru kommunulæknar heldur ikki nóg væl fyrireikaðir.
Koronanevndin heldur, at norska koppsetingarátakið eydnaðist væl, men tó hevði tað verið betri sæð útfrá einum samfelagsligum sjónarmiði, um myndugleikarnir býttu koppingarevnið øðrvísi eitt sindur fyrr, so øki við hægri smittutrýsti fingu hægri raðfesting.
Sambært Ritzau nevnir frágreiðingin eisini, at nevndin hevur kannað avleiðingarnar av koronahandfaringini fyri børn og ung, og niðurstøðan er, at tær hava verið stórar, tí smittufyribyrgjandi tiltøkini raktu hendan aldursbólkin hart.
– Tað stutta av tí langa er, at børn og ung verða harðari rakt av smittutiltøkum enn av smittuni, og munur er á, hvussu nógv ein missur uppá eitt ár, tá mann er 16, og tá mann er 46, stendur m.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald