Innanlands

Frágreiðing um list og sálarheilsu hjá ungum føroyingum við rúsbundnum foreldrum

Endamálið við kanningini var at savna vitan um, hvussu bólkaluttakararnir upplivdu tað at ganga í bólki og at arbeiða listaterapeutiskt í felagsskapi við øðrum í somu støðu

Annika H. Davidsen, Alisa Hammer og Súsanna O. Skaale

Annika H. Davidsen, Alisa Hammer og Súsanna O. Skaale

2022-03-27 16:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Í farnu viku skipaði Títt Rúm fyri kunningartiltaki í Smæruni. Har var ein frágreiðing um list og sálarheilsuna hjá ungum føroyingum við rúsbundnum foreldrum løgd fram.

Annika Helgadóttir Davidsen og Súsanna Olafsdóttir Skaale hava gjørt frágreiðingina.

Tað var fullsett í Smæruni til tiltakið. Alisa Hammer fyribyrgingarleiðari hjá Títt Rúm greiddi frá um tilboðini hjá teimum og um verkætlanina, sum skuldi leggjast fram.

Síðani løgdu Súsanna O. Skaale og Annika H. Davidsen fram um arbeiðið við verkætlanini og úrslitini. Endamálið við kanningini var at savna vitan um, hvussu bólkaluttakararnir upplivdu tað at ganga í bólki og at arbeiða listaterapeutiskt í felagsskapi við øðrum í somu støðu.

Granskingarráðið játtaði stuðul úr Sjúkrakassagrunninum til verkætlanina, sum eisini er stuðlað av Betri Stuðulsgrunninum.

Frágreiðingin kann lesast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder