Frakland hevur seinastu dagarnar, eins og onnur lond í Evropa, verið rakt av hitabylgju, og í hesum tíðarskeiðnum hevur landið skrásett munandi fleiri andlát enn vanligt.
– Síðan 24. juni eru skrásett umleið 1.000 fleiri andlát samanborið við andlát, sum vórðu skrásett undanfarnu mánaðirnar, skrivar franska heilsustýrið.
Tað kann ikki staðfestast, hvussu nógv av andlátunum hava beinleiðis samband við hitabylgjuna, men í pørtum av Fraklandi, har ávarað hevur verið um serliga vandamikið veður, er talið á andlátum økt munandi, skrivar Ritzau.
Sambært heilsumyndugleikunum vóru 85 prosent av teimum, sum eru deyð í Fraklandi síðan 24. juni, 65 ár ella eldri.
Størsta økingin sæst millum fólk, sum eru deyð heima við hús. Hetta er serliga galdandi í økinum Ile-de-France, sum m.a. umfatar franska høvuðsstaðin París.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald