Í Fraklandi fyrireikaðu tey seg til ófrið í kjalarvørrinum á tjóðartingsvalinum í gjár, og tað bleiv eisini til nakað av ófriði í støðum.
Sambært fronskum miðlum vórðu 25 persónar handtiknir í býnum Rennes í Útnyrðingsfraklandi, har løgreglan mátti bruka táragass móti mótmælisfólkum.
Í býnum Nantes varð eitt løgreglufólk sært, eftir at ein persónur blakaði ein molotovkokteyl eftir viðkomandi.
Í høvuðsstaðnum París høvdu handilseigarar eisini fyrireikað seg til ófrið við m.a. at byrgja fyri vindeygu fyri at sleppa undan herverki.
30.000 løgreglufólk vórðu innkallað til arbeiðis á valkvøldinum.
Tað var vinstravongurin í Fraklandi, sum vann valið í gjár, eftir at veljarakanningar annars høvdu spátt, at høgraflokkurin Rassemblement National fór at gerast størsti flokkur eins og á fyrsta valumfari.
Sambært Ritzau var valluttøkan uml. 67,5 prosent.
Les eisini: Franski forsætisráðharrin leggur frá sær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald