Franski læknin, Christian Chenay hevur arbeitt sum lækni síðan 1951, og í dag starvast hann enn sum lækni nærindis París, hóast hann er heili 98 ára gamal.
Summi hava havt Chenay sum lækna í fleiri áratíggju, og enn tekur hann ímóti sjúklingum tvær ferðir um vikuna.
Sambært DR hevur 98 ára gamli læknin heldur ongar trupulleikar við sínari egnu heilsu, og hevur hann heldur ongantíð havt tørv á brillum.
- Tá mann kemur uppum tey 60 árini, verður mann skjótt líka sum tey eldru fólkini. Tann eina dagin spælir mann kort, og síðani fer mann á bingo – og so sudoku. Mann endar sum ein býttlingur, og tað er betri fyri meg at halda fram sum lækni, sigur hann.
Í Chevilly-Larue, har Chenay starvast sum lækni, eru bert tríggir læknar til 19.000 fólk, og er ofta bíðirøð uttanfyri læknahølunum hjá Chenay.
Franskir læknar plaga at gevast sum 67 ára gamlir, og sonur Christian Chenay, sum eisini var lækni, er longu givin. Men Christian Chenay hevur ongar ætlanir um at gevast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald