Sunnudagin boðaðu myndugleikar í Fraklandi frá, at seinasta náttin hevði verið friðarlig í mun til undanfarnu næturnar, og tað sama boða myndugleikarnir frá í morgun.
Í sambandi við ófriðin eru "bert" framdar 78 handtøkur í nátt.
Ófriðurin byrjaði týsdagin, eftir at ein løgreglumaður hevði skotið og dripið ein 17 ára gamlan drong av norðurafrikanskum uppruna í Nanterre, vestanfyri París.
Higartil eru fleiri enn 3.000 fólk handtikin í sambandi við ófriðin, og hundraðtals løgreglu- og sløkkiliðsfólk eru vorðin særd, skrivar DR.
Sunnudagin helt forsetin, Emmanuel Macron ein kreppufund við Élisabeth Borne, forsætisráðharra; Gérald Darmanin, innlendismálaráðharra; og Éric Dupond-Moretti, løgmálaráðharra, og í dag skal hann hitta leiðsluna í franska tjóðartinginum. Í morgin skal hann hitta yvir 200 borgarstjórar úr býum, sum hava verið raktir av ófriðinum seinastu vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald