Uttanlands

Frakland: Átta persónar fingið fongsulsrevsing í máli um hálshøgdan lærara

Sjey menn og ein kvinna eru dømd fyri at hava havt ein leiklut í drápinum á Samuel Paty í 2020

Gaelle Paty, systir Samuel Paty tosaði við miðlarnar eftir rættarfundin í gjár (Mynd: EPA)

Gaelle Paty, systir Samuel Paty tosaði við miðlarnar eftir rættarfundin í gjár (Mynd: EPA)

2024-12-21 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð dómurin sagdur í málinum, har átta persónar vórðu skuldsettir fyri at hava spælt ein leiklut í drápinum á franska læraran, Samuel Paty í 2020.

47 ára gamli lærarin varð í oktober 2020 dripin av einum 18 ára gamlum manni við kekenskum røtum, eftir at hann hevði brúkt tekningar av profetinum Muhammed í undirvísing sínari um talufrælsi. Hann varð hálshøgdur á veg heim frá arbeiði.

Drápsmaðurin varð skotin til deyðis av løgregluni, men sjey menn og ein kvinna eru dømd fyri at hava havt ein leiklut í málinum.

Millum tey, sum eru dømd í málinum, eru tveir menn, sum eru ávikavist 22 og 23 ára gamlir. Teir eru dømdir fyri m.a. at hava hjálpt drápsmanninum við at fáa fatur á einum knívi. Teir hava báðir fingið 16 ára fongsulsrevsing, skrivar Ritzau.

Ein annar, sum varð dømdur í málinum, var pápi at einari gentu, sum gekk á skúlanum, har Samuel Paty arbeiddi.

Undan drápinum hevði pápin lagt sjónbond út á sosialar miðlar, har hann legði Samuel Paty undir at hava revsað dóttir hansara, eftir at hon hevði klagað um hansara undirvísing. Hann nevndi Samuel Paty og skúlan við navni og skal hava samstarvað við ein mann, sum hevði stovnað ein islamistiskan felagsskap.

Teir báðir fáa ávikavist 13 og 15 ára fongsul.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder