Uttanlands

Frakland bannar sølu av frukt og grønmeti pakkað inn í plast

Mett verður, at yvir ein triðingur av fruktini og grønmetinum, sum verður seld í Fraklandi, er pakkað inn í okkurt slag av plasti, og franski forsetin sigur nýggju lógina vera eina kollvelting

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2022-01-01 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er nýggj lóg komin í gildi í Fraklandi, sum bannar sølu av 30 sløgum av frukt og grønmeti, sum er pakkað inn í plasti – m.a. sitrónir, agurkur og appilsinir. Størri pakkar og íløt við frukt, sum longu er skorin, eru undantiknir.

Franski forsetin, Emmanuel Macron hevur rópt nýggja forboðið "eina sanna kollvelting" og er hetta ein liður í ætlanini hjá Fraklandi um so líðani at minka um alla nýtslu av einnýtisplasti áðrenn 2040.

Frakland hevur longu bannað súgvirør, bestikk og takeaway íløt av plasti.

Sambært Ritzau verður mett, at yvir ein triðingur av fruktini og grønmetinum, sum verður seld í Fraklandi, er pakkað inn í okkurt slag av plasti, og væntar franska stjórnin tí, at nýggja lógin kann minka munandi um nøgdina av einnýtisplasti, sum verður brúkt á hvørjum ári.

Seinni í ár er eisini ætlanin, at forløg ikki longur skulu sleppa at pakka nýggjar bøkur inn í plast, og at fastfood-matstovur ikki longur skulu sleppa at geva børnum ókeypis plastleikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder