Uttanlands

Frakland fer at leggja meira trýst á ókoppsett fólk

Skjótt skalt tú vera liðugt koppsettur fyri at sleppa inn á eitt nú matstovur í Fraklandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-19 16:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá januar verður tíðin millum aðru og triðju koronukoppseting í Fraklandi stytt úr fimm niður í fýra mánaðir orsakað av Omikron-frábrigdinum, boðar forsætisráðharrin, Jean Castex frá.

Komandi ár verða eisini fleiri onnur tiltøk sett í verk, sum skulu eggja fólk til at lata seg koppseta.

Millum annað verður tað bert liðugt koppsett fólk, sum fáa atgongd til eitt nú matstovur, og koppseting verður eisini krav fyri at ferðast við almennu samferðsluni á longri strekkjum.

Í løtuni gevur ein negativ koronukanning eisini atgongd til hesi tingini, men so verður also ikki framyvir.

– Vit kunnu ikki loyva, at nakrir fáir fraklendingar, sum nokta at lata seg koppseta, skulu ávirka tilveruna í øllum landinum, sigur Jean Castex.

Frá leygardegnum var tað eisini bannað at ferðast til Fraklands úr Stórabretlandi. Franskir ríkisborgarar, fólk við einum fronskum maka, ella fólk við permanentum uppihaldsloyvi í Fraklandi eru undantikin. Grundgevingin var, at Omikron-frábrigdið spjaðir seg skjótt í Stórabretlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder