Uttanlands

Frakland: Fongsulsdóm til fyrrverandi forsætisráðharra

Francois Fillon var maðurin, ið slóðaði vegin fyri Macron til forsetaembætið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-29 17:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum óviljað slóðaði fyri at Emmanuel Macron vann seinasta forsetavalið í Frakland, skal nú handan rimarnar.

66 ára gamli Francois Fillon, fyrrverandi forsætisráðharri, sum eitt skifti varð roknaður sum favorittur til at gerast landsins forseti, er dømdur sekur í einum máli um m.a. fíggjarundandrátt.

Dómurin segði fimm ára fongsul, harav tey tvey eru treytaleys, umframt 2,8 milliónir krónur í bót.

Konan, Penelopé Fillon, er eisini dømd. Hon fekk trý ára treytaða fongsulsrevsing.

Málið kom í ljósmála stutt undan forsetavalstríðnum í 2017. Og ákærurnar órógvaðu Francois Fillon, sum var konservativt valevni til forsetasessin. Hann varð skuldsettur fyri at hava funnið upp á størv til konuna, sum sostatt fekk almenna løn uttan at tað kundi prógvast, at hon hevði arbeitt fyri mann sín.

So ístaðin fyri Fillon gjørdist tað Marine Le Pen, sum í síðsta umfari kappaðist við unga Emmanuel Macron, sum á vári 2017 vann trygt á leiðaranum fyri høgraveingin.

Harvið kundi Macron flyta inn í Elysée-forsetaborgina í Paris, meðan Fillon nú skal rokna við at flyta í fongsul.

Hjúnini hava tó kært dómin. Francois Fillon hevur játtað seg partvíst sekan, og hevur givið veljarum sínum eina umbering. Men konservativi politikarin hevur tó alla tíðina hildi uppá, at gerðir hansara ikki vóru ólógligar.

Fillon var forsætisráðharri meðan Nicolas Sarkozy var forseti. Sarkozy er nú eisini skuldsettur fyri mutur – korrupsjón. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder