2021-03-01 18:07
Fyrrverandi forsetin í Fraklandi, Nicholas Sarkozy, varð í dag dømdur trý ára fongul, herav tvey ár treytað, fyri at hava mutrað ein dómara.
65 ára gamli Sarkozy, sum var forsleti Fraklands frá 2007 gil 2012, var saman við sakførara sínum, Thierry Herzog, ákærdur fyri at hava roynt at mutra dómaran, Gilbert Azibert, í 2014. Eisini Azibert er ákærdur.
Sarkozy er dømdur fyri at hava lovað dómaranum eitt gott starv í Monaco aftur fyri upplýsingar í sonevnda Bettencourt-málinum.
Tað snýr seg um, hvørt Sarkozy í 2007 tók ímóti hjálp til forsetavalstríðið á ólógligan hátt móti ovurríku vinnulívskvinnuni, Liliane Bettencourt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald