Leygardagin boðaði franska heilsumálaráðið frá, at 3.310 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í landinum seinasta samdøgrið.
Tað er hægsta talið, síðan miðjan apríl, tá Frakland hevði sett strong afturlatingartiltøk í verk fyri at steðga smittuspjaðingini.
Sambært Ritzau er hetta eisini fjórði dagur á rað, at talið á nýggjum tilburðum økist. Seinastu vikuna hevur Frakland í miðal skrásett fleiri enn 2.000 smittutilburðir um dagin.
Sambært Worldometers.info eru 215.000 smittutilburðir staðfestir í Fraklandi, síðan smittan breyt út í Evropa. 30.000 andlát eru skrásett í Fraklandi.
Orsakað av økingini í smittutilburðum, hava myndugleikarnir nú gjørt munnbind til eitt krav fleiri staðni, m.a. í høvuðsstaðnum París.
Serfrøðingar mæla tó eisini til, at mann brúkar munnbind á arbeiðsplássum, har fólk eru savnað í afturlatnum rúmum. Longu nú er tað krav, at fólk skulu brúka munnbind, tá tey eru til handils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald