2020-11-18 07:55

Frakland hevur nú skrásett fleiri enn tvær milliónir tilburðir av koronu. Tað vísa tøl frá Johns Hopkins University.
Harvið er landið tað fyrsta í Evropa, at koma uppá tvær milliónir tilburðir.
Tøl frá Johns Hopkins University vísa eisini, at í Spania er talið á skrásettum tilburðum farið framvið 1,5 millión.
Tey bæði londini hava uppliva eina uppafturkyknan av koronu í heyst, eftir at tað í summar sá betri út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald