Seinnapartin í gjár var ein skúlalærari dripin nærindis einum skúla í býnum Conflans Saint-Honorine.
Lærarin hevði brúkt tekningar av profetinum Muhammed í sambandi við undirvísing um talufrælsi.
Maðurin, sum verður hildin at hava dripið læraran, er ein 18 ára gamal maður við kekenskum røtum, sum varð føddur í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Viðkomandi varð skotin av løgregluni og doyði seinni av sínum løstum.
Níggju onnur eru afturhildin í málinum, m.a. foreldur at einum barni, sum gekk á skúlanum, har lærarin arbeiddi. Hini eru familjulimir ella kenningar hjá manninum, sum varð skotin av løgregluni.
Álopið fríggjadagin verður lýst sum hálshøgging, skrivar Ritzau.
Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, lýsir álopið sum eitt týðiligt islamiskt yvirgangsálop.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald