Uttanlands

Frakland lagt lamið av verkfalli

Flest øll almenn starvsfólk leggja arbeiðið niður sum mótmæli móti ætlaðari pensjónsnýskipan

Tað er nú gott ár síðani, at gulu vestarnir byrjaðu síni umfatandi mótmæli í Fraklandi (Mynd: EPA)

Tað er nú gott ár síðani, at gulu vestarnir byrjaðu síni umfatandi mótmæli í Fraklandi (Mynd: EPA)

2019-12-05 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórir partar av Fraklandi støðga upp í dag tí fleiri túsund alment sett starvsfólk fara í verkfall og út á gøturnar at mótmæla komandi pensjónsnýskipanini hjá Macron-stjórnini.

Meginparturin av almennu ferðsluni støðgar, og væntandi eisini 90 prosent av allari tokferðslu, eins og meginparturin av innanríkisferðunum hjá flogfelagnum Air France. Eisini metro-undirgrundsskipanin í París stendur still.

Umframt almennu ferðsluna, fer verkfallið at raka útbúgving, dagstovnar, sjúkrahús og løgreglustøðir, skrivar dr.dk.

Fyri ferðafólk í Paris verður hetta ein dagur, sum skal brúkast til at njóta lundirnar í býnum, tí bæði Eiffeltornið og Louvre-savnið mæla fólkum til at útseta vitjanina, tí roknað verður við, at nógvu mótmælini fara at ávirka upplatingartíðirnar.

Higartil er boðað frá 245 mótmælum. So at siga øll fakfeløg í landinum og størsti parturin av politiska vinstraveinginum stuðla tiltøkunum.

Í Paris eru 6.000 løgreglufólk send út, tí tey óttast ófrið, eins og tað hendi, tá ’Gulu Vestarnir’ mótmæltu fyrr í ár. Forboð er tí sett móti mótmælistiltøkum nærhendis Champs Elyssé, forsetaborgini, tjóðartinginum og Notre Dame-kirkjuni.

Hóast mótmælini eru nógv, so er enn eingin, sum kennir alt innihaldið í ætlaðu pensjónsnýskipanini.

Men tað er komið fram, at stjórnin arbeiðir við eini ætlan um at leggja allar 42 almennu pensjónsskipanirnar saman í eina, at pensjónsaldurin skal hækkast eins og fólk eru bangin fyri, at pensjónsútgjaldingarnar fara at lækka.

Pensjónsætlanin verður væntandi almannakunngjørd um miðjan desember.

Enn er óvist hvussu drúgt verkfallið verður. Sambært fjølmiðlum er ikki óvist, at mótmælini halda fram í morgin og kanska vikuskiftið eisini, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder