Franski høgrapolitikarin Marine Le Pen kann kortini stilla upp á forsetavalinum næsta ár. Tað hevur ein kærudómstólur avgjørt.
Tað var í mars 2025, at Le Pen varð funnin sek í misnýtslu av ES-fígging. Le Pen kærdi dómin, og hóast hon í gjár eisini varð funnin sek av kærudómstólinum, varð revsingin broytt.
57 ára gamla Le Pen er nú dømd trý ára fongsul, harav tvey ár eru treytað, og eitt ár kann hon sita heima við fótleinkju. Eisini fekk hon forboð ímóti at stilla upp til alment embæti í 45 mánaðir, men 30 av teimum eru treytaðir.
Upprunaliga var forboðið galdandi í 60 mánaðir, og merkti tað, at hon ikki hevði kunnað bjóðað seg fram á komandi forsetavalinum.
Mett verður, at teir 15 mánaðirnar longu eru lidnir, síðan hon fekk dóm í fjør, og tí hevur hon møguleika at stilla upp á franska forsetavalinum næsta ár, skriva altjóða miðlar.
Flokkurin hjá Le Pen, Rassemblement national fekk eisini eina bót á tvær milliónir evrur, sum er umleið 15 milliónir krónur, og eisini fekk Le Pen eina bót á 100.000 evrur - 747.000 krónur.
Málið snýr seg um, at Rassemblement national skal hava misnýtt ES-fígging, sum var ætlaður ES-tinglimum hjá flokkinum til at gjalda lønina hjá starvsfólkum, sum arbeiddu fyri flokkin í Fraklandi.
Le Pen sigur við sjónvarpsrásina TF1, at hon fer at kæra dómin til hægstarætt, og at hon ætlar at stilla upp á forsetavalinum í apríl næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald