Í dag er júst eitt ár síðani, at ein 18 ára gamal maður við kekenskum røtum drap franska læraran Samuel Paty fyri at brúka Muhammed tekningar í sínari undirvísing.
47 ára gamli Samuel Paty varð hálshøgdur. Hann undirvísti í søgu og landafrøði, og hann skapti øsing millum foreldur at muslimskum næmingum, tá han brúkti tekningarnar sum partur av undirvísingini um talufrælsi. At avmynda profetin verður nevniliga av muslimum roknað sum blasfemi. Í hesum sambandi hevði skúlin, sum Samuel Paty arbeiddi á, eisini fingið fleiri hóttanir, áðrenn drápið 16. oktober 2020.
Fyri at minnast Samuel Paty hevur býráðið í franska høvuðsstaðnum París avgjørt at broyta navnið á plássinum Paul-Painlevé frammanfyri Hôtel de Cluny í býnum og uppkalla plássið eftir honum.
Starvsfelagar og familja hansara verða til staðar í sambandi við avdúkingina av nýggja navninum. Hetta hátíðarhaldið er ikki alment, og er økið tí stongt fyri almenninginum í dag, skrivar Ritzau.
Í dag verður eisini skipað fyri minningarhaldi í Éragny, ið var heimbýur Samuel Paty. Eisini væntast eini 300 fólk at luttaka í minningarhaldi við skúlan Bois-d’Aulne collège í Conflans-Sainte-Honorine, har hann undirvísti. Millum luttakararnar verður franski ráðharrin í útbúgvingarmálum, Jean-Michel Blanquer.
Eftir drápið hava fleiri skúlar fingið sær navnið "Paty" til minnis um læraran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald