Nógv bendir á, at borgarar í Fraklandi skjótt skulu kunna prógva, at tey eru liðugt koppsett fyri at sleppa at koyra í almennu ferðsluni, fara á matstovu ella í biograf.
Tað er greitt eftir at franska tjóðartingið – undirhúsið – í nátt góðkendi ætlanirnar hjá Emmanuel Macron, forseta, um koppsetingarprógv. Tað hendi við 214 atkvøðum fyri og 93 ímóti. Higartil hevur verið nóg mikið at vísa úrslit frá koronakanning.
Undirtøkan kom eftir at forsetin var í ógvusligum álopi móti teimum borgarum, ið ikki hava latið seg koppseta. Hetta hendi í eini samrøðu við miðilin Le Parisien.
Her vísti forsetin á, at tað var ynski hansara at gera lívið so súrt sum gjørligt fyri tey, ið ikki eru koppsett.
Koppsetingarprógvið ella -passið er ikki endaliga góðtiki, fyrr enn tað eisini er samtykt í senatinum, yvirhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald