Nú skulu fólk í Fraklandi vísa eitt sonevnt koronapass, um tey eitt nú ætla sær á kaffistovu, á matstovu, á venjingarmiðstøð ella ferðast við tokinum.
Koronapassið er ein roynd hjá stjórnini hjá Emmanuel Macron forseta at minka um smittuspjaðingina í landinum og eggja fólk til at lata seg koppseta fyri koronu.
Passið kemur í gildi í dag, hóast fólk hava mótmælt hetta seinastu fýra vikuskiftini. Leygardagin vóru 237.000 mótmælisfólk á gøtunum í fleiri fronskum stórbýum.
Skipanin við koronapassi merkir, at fraklendingar skulu vera liðugt koppsett, kunna vísa á eina negativa kanning, ið ikki er eldri enn 72 tímar, ella vísa, at tey nýliga hava verið smittað við koronu og eru blivin frísk aftur, um tey skulu fáa atgongd til matstovur, venjingarmiðstøðir og onnur støð.
Koronapassið – ella heilsupassið, sum tað eisini verður rópt – skal hjálpa fraklendingum at sleppa undan nýggjum afturlatingum, sigur franski heilsumálaráðharrin, Olivier Véran.
Nýggju reglurnar vera í øllum førum galdandi til síðst í november, sigur hann.
Stjórnin fer at geva borgarum eina viku at venja seg við nýggju reglurnar, áðrenn tey byrja at sláa hart niður, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald