Uttanlands

Frakland setir útigongubann í gildi

Forsetin boðar frá, at landið er farið í kríggj – eitt heilsukríggj

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-17 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit eru farin í kríggj.

Tað segði franski forsetin, Emmanuel Macron, í eini røðu, sum hann í gjár helt fyri tjóðini.

Og støðan er so álvarslig, at boðskapurin varð endurtikin fleiri ferðir í røðuni, sum tók 20 minuttir.

Frá í dag á middagi verður útigongubann sett í gildi í øllum Fraklandi. Í fyrstu atløgu verður hetta bannið galdandi í 15 dagar.

Tað verður bert loyvi at fara til arbeiðis, fara til handils eftir neyðugum vørum og á læknavitjan – og fólk skulu halda frástøðu. Verður leiðreglurnar ikki hildnar, er revsing bót, segði franski forsetin.

Staturin fer nú at brúka hotell og hýruvognar til heilsustarvsfólk og smittað, segði Macron, ið eisini brúkti røðuna til at avlýsa kommunuvalini, sum annars skuldu verið hildin sunnudagin.

Tað verður ført eftirlit um hesar reglur verða hildnar, og till tess eru 100.000 løgreglufólk send til arbeiðis, upplýsir Christophe Castaner, innanríkisráðharri, sambært dr.dk.

Øll, ið verða støðgað, skulu vísa fram eitt serligt skjal frá innanríkisráðnum. Hava tey ikki tað, fáa tey eina bót á 38 evrur ella 285 krónur. Frammanundan hava Italia og Spania sett líknandi skipanir í gildi.

Í gjárkvøldið vístu nýggjastu fronsku tølini, at 148 fólk hava latið lív orsaka av korona, og at 6.633 fólk eru skrásett sum smittað.

Hóast franska stjórnin hevur sett fleiri tiltøk í verk til tess at støðga útbreiðsluni av virusinum, hevur franska fólkið ikki tikið nóg væl ímóti hesum boðum, sambært stjórnini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder