2020-10-16 09:42
Fronsku heilsumyndugleikarnir boðaðu hósdagin frá, at talið á nýggjum smittutilburðum við koronu fyri fyrstu ferð var fari uppum 30.000. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Tilsamans vóru 30.621 tilburðir skrásettir í Fraklandi hósdagin. Tað er ein stór hækking í mun til mikudagin, tá 22.591 tilburðir vóru skrásettir. Eisini hækkaði talið á innleggingum og andlátum við koronu.
Tilsamans eru nú 809.684 koronutilburðir staðfestir í Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald