Frakland arbeiðir saman við Turkalandi og Grikkalandi við at fremja eina sonevnda "humanitera atgerð" í ukrainska býnum Mariupol.
Franski forsetin, Emmanuel Macron segði eftir ES-toppfundin í Brússel í gjár, at hann vónar, at tað verður møguligt at flyta sivilfólk úr býnum ein av komandi døgunum.
Hann segði eisini, at hann hevði tosað við borgarstjóran í Mariupol, og at hann fór at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin innan 48 ella 72 tímar fyri at fáa semju um eina mannagongd.
Áðrenn kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar, búðu 400.000 fólk í Mariupol. Býurin er millum teirra, sum er vorðin harðast raktur av russisku innrásini.
Sambært Ritzau verður hildið, at tíggjutúsundatals fólk eru fangað í býnum uttan atgongd til nóg mikið av mati, vatni og hita. Ein stórur partur av býnum er eisini oyðilagdur av bumbuálopunum.
Myndugleikarnir í Mariupol hava sagt, at yvir 2000 fólk eru dripin í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald