Uttanlands

Frakland: Undir illgruna fyri at leggja ætlanir um yvirgangsálop

Ein 18 ára gamal maður er ákærdur fyri at leggja til rættis eitt álop á Stade Geoffroy-Guichard-vøllin, har OL-fótbóltur skal spælast í summar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-01 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 18 ára gamal maður av kekenskum uppruna er handtikin og undir illgruna fyri at leggja til rættis eitt álop á Stade Geoffroy-Guichard-fótbóltsvøllin undir komandi Olympisku leikunum í París, boðar franska innlendismálaráðið frá.

Ungi maðurin varð handtikin í býnum Saint-Étienne í eystara parti av Fraklandi. Upplýst verður, at hann hevur "fingið íblástur frá islamismuni".

– Hann ynskti at leypa á áskoðarar og eisini trygdarfólk og doyggja sum blóðvitni, sigur franski innlendismálaráðharrin Gérald Darmanin.

Maðurin varð ákærdur sunnudagin, og er hann nú varðhaldsfongslaður, skrivar Ritzau.

OL verður í franska høvuðsstaðnum í døgunum 26. juli til 11. august. Tíggju milliónir ferðafólk og 10.000 ítróttafólk væntast at vitja Frakland í hesum sambandi. Flestu kappingar verða í París, tó ikki allar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder