Tað var 16. oktober í 2020, at 47 ára gamli franski skúlalærarin Samuel Paty varð dripin av 18 ára gamlum manni við kekenskum røtum, eftir at hann hevði brúkt Muhammed-tekningar í undirvísing sínari um talufrælsi í skúlanum Collège Bois-d'Aulne nærindis París.
Franskir ákærar ynskja nú at ákæra 14 persónar í málinum um Samuel Paty, sum varð hálshøgdur á veg heim frá arbeiði. Tað skrivar TV2, ið endurgevur franskar miðlar.
Drápsmaðurin varð skotin til deyðis av løgregluni, men hann var, sambært ákærumyndugleikunum, ikki tann einasti seki persónurin í málinum.
Tvey vinfólk hjá 18 ára gamla drápsmanninum verða eisini mett at vera sek í málinum. Tann eini persónurin sigst at hava keypt ein knív saman við drápsmanninum, og hin sigst at hava fylgst við honum yvir í skúlan. Harafturat standa seks aðrir vaksnir persónar og seks ómyndugir persónar eisini til at verða ákærdir fyri lógarbrot, sum eru knýtt at málinum.
Tað hevur m.a. fyrr verið frammi, at nakrir 14-15 ára gamlir næmingar fingu pengar fyri at peika á læraran, og støða skal nú takast til, hvørt ákæra skal reisast móti teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald