Uttanlands

Frakland: Yvir 700 fólk handtikin í nátt

45.000 løgreglufólk og túsundatals sløkkiliðsfólk vórðu send út á gøturnar í nátt, men tó hevur verið friðarligt í mun til undanfarnu næturnar, upplýsa myndugleikarnir

París (Mynd: EPA)

París (Mynd: EPA)

2023-07-02 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ófriðurin í Fraklandi helt fram í nátt, men í mun til undanfarnu næturnar vóru mótmælini meira friðarlig, siga franskir myndugleikar sambært Reuters.

45.000 løgreglufólk vórðu send út á gøturnar í nátt, harav 7.000 í París.

Millum midnátt og klokkan hálvgum tvey vórðu 322 fólk handtikin, og í morgun varð talið av handtøkum komið upp á 719, skrivar Ritzau.

Talið á handtøkum, sum vórðu framdar sunnunáttina var munandi lægri enn undanfarnu næturnar. Eitt nú náttina til leygardagin vórðu uml. 1.300 fólk handtikin.

– 45.000 løgreglufólk og túsundatals sløkkiliðsfólk vórðu send út (...) Teirra gerðir gjørdu náttina meira friðarliga, sigur franska innlendismálaráðið m.a. í dagføring á sosiala miðilin Twitter.

Orsøkin til ófriðin er, at løgreglan týsdagin skeyt og drap ein 17 ára gamlan drong av norðurafrikanskum uppruna í sambandi við eina ferðslukanning í Nanterre, vestanfyri París, og tað hevur skapt øsing um alt Frakland. Drongurin, Nahel, varð jarðaður í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder