Uttanlands

Fraklendingar aftur á val í dag

Á middegi høvdu 26,6 prosent verið á val, og tað er hægsta valluttøkan síðan 1981

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-07 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er annað valumfar av franska tjóðartingsvalinum, har 49 milliónir fraklendingar hava valrætt.

Eftir fyrsta valumfar, sum varð avgreitt fyri einari viku síðani, sunnudagin 30. juni, har høgraflokkurin Rassemblement National gjørdist størsti flokkur, spáa veljarakanningar, at tað sama fer at hena í seinna umfari.

Hetta merkir tó ikki neyðturviliga, at flokkurin fer at kunna tryggja sær ein greiðan meiriluta. Fyri tað krevst í minsta lagi 289 av 577 sessum í tjóðartinginum, og sambært seinastu veljarakanningunum fer RN og teirra stuðlar at fáa millum 205 og 240 sessir, skrivar Ritzau.

Á middegi høvdu 26,6 prosent av veljarunum verið á val, upplýsir franska innlendismálaráðið.

Sambært fronskum miðlum hevur valluttøkan ikki verið so høg síðan 1981. Tá høvdu 27,60 prosent verið á val klokkan 12.

Á seinna valumfari á valinum í 2022 var valluttøkan á middegi 18,99 prosent, og á fyrra valumfari fyri einari viku síðani var valluttøkan á middegi 25,9 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder