Aung San Suu Kyi, frákoyrdi leiðarin í Myanmar, er dømd fýra ára fongsulsrevsing, upplýsir talsfólk hjá hernaðarstýrinum í landinum í morgun.
76 ára gamla Suu Kyi hevur fingið ávikavíst tvey ár fyri at eggja til uppreistur og tvey ár fyri at bróta koronureglurnar í landinum.
Hernaðarstýrið, sum tók valdið í Myanmar 1. februar, skuldsetti Suu Kyi fyri at eggja til uppreistur, eftir at hon í tveimum førum hevði funnist at herinum fyri kvettið, og hevði heitt á íbúgvar í Myanmar um at standa ímóti hernaðarstýrinum.
Ákærurnar, sum hon í dag er funnin sek í, eru bert tvær av 11, sum eru reistar móti henni, skrivar Ritzau. Verður hon funnin sek í øllum kann hon enda við meira enn 100 ára fongsulsrevsing.
Suu Kyi er m.a. eisini ákærd fyri mutur og fyri at hava innflutt fleiri walkie-talkies ólógliga.
Frákoyrdi leiðarin noktar seg seka í øllum ákærum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald