Uttanlands

Frámæla ferðing til Slovenia

Hetta tí at Slovenia krevur at ferðandi úr Føroyum og Danmark skulu í sóttarhald

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-21 18:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska uttanríkisráðið ræður nú øllum borgarum frá at ferðast til Slovenia uttan so at hetta er neyðugt. Hetta verður gjørt, tí Slovenia nú krevur av øllum, sum koma úr Danmark og Føroyum, at tey fara í sóttarhald í 14 dagar.

Tað er sostatt ikki smittutølini, sum eru orsøk til at Danmark setir í gildi nýggjar leiðreglur fyri ferðing til Slovenia.

 

Hervið er enn eitt ES-land komið á listan yvir lond, sum Danmark mælir sínum borgarum frá at fara til, tey appelsingulu londini á landakortinum hjá Uttanríkisráðnum.

Í gjár vórðu eisini onnur, sum fóru frá at vera gul til appelsingul, nevniliga Finnland og Monako.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder