Innanlands

Framdi harðskap móti makanum

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um harðskap mikukvøldið. Annar parturin var á sjúkrahúsinum og fekk læknaliga hjálp

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-01-24 08:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um harðskap, sum var farin fram kvøldið fyri, mikukvøldið.

Tað var eitt par, sum varð komið til ilnar í Havn, og tað endaði eitt sindur ógvusligari enn slíkt plagar at gera, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Hann fær ikki sagt um maður ella kvinna framdi harðskapin, men annar parturin fór í øllum førum á sjúkrahús at fáa viðger fyri skaðar, og har tað eisini varð dokumenterað til eitt møguligt rættarmál.

Sjálvt um fólk í slíkum føri ikki altíð hava tørv á viðger, senda vit tey til lækna, so skaðarnir verða dokumenteraðir, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder