Innanlands

Framgongd hjá Miðflokkinum og Framsókn

Miðflokkurin stendur til at fáa tríggjar tingsessir í nýggjastu veljarakanningini sum Blaðið Vikuskifti kunnger í dag

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-12 20:21 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Smáu flokkarnir ganga fram sambært veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskfiti. 

Framsókn stendur sambært kanningini til eina framgongd á 1,4 prosentstig til 7,0 prosent, meðan Miðflokkurin stendur til eina framgongd á 1,6 prosentstig til 8,0 prosent. Hetta hevði givið Miðflokkinum eitt umboð afturat á tingi, meðan framgongdin ikki er nóg mikið til at økja tingfólkatalið hjá Framsókn, sum stendur til at varðveita síni tvey umboð.

6,9 prosent av teimum spurdu søgdu, at tey ikki hava tikið støðu enn, 0,8 prosent høvdu atkvøtt blankt, og 0,4 prosent søgdu seg ikki fara á val.

Síggj øll úrslitini frá veljarakanningini ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder